Á elbilafrontinum í Danmark hevur 2026 fingið eina góða byrjan.
Fýra av fimm nýggjum persónbilum, sum vórðu skrásettir í januar 2026, vóru eldrivnir.
Tað upplýsir vinnufelagsskapurin fyri bilframleiðarar og bilinnflytarar, Mobility Danmark, út frá upplýsingum frá bilstatistik.dk.
Í januar vóru 12.803 nýggir persónbilar skrásettir. Av hesum vóru 10.618 nýggir elbilar.
Høgi parturin av elbilum er millum annað eitt úrslit av, at annars ætlaðar skattahækkingarnar á elbilum, sum skuldu koma í gildi um ársskiftið, vórðu útsettar sum liður í fíggjarlógavtaluni fyri 2026.
Fríggjadagin skrivaði Mobility Danmark eisini, at talið av elbilum er farið uppum talið av reinum dieselbilum í Danmark.
Tilsamans vóru 2.907.018 persónbilar í Danmark 29. januar 2026.
555.347 av teimum koyra við el, meðan 554.505 av teimum eru dieselbilar, vísa tøl frá Mobility Danmark.
Sambært Mads Rørvig, stjóra í Mobility Danmark, er tað "bara vorðið meira vanligt at hava ein elbil enn ein dieselbil".
- Gongdin í Danmark er sanniliga merkisverd, og danir hava víst leingi, at teir eru til reiðar at skifta eldri loysnir út við grønari alternativ, sigur hann í tíðindaskrivi.
Bensinbilar eru tó framvegis tað vanligasta slagið av bili. Teir eru 1.540.500 í Danmark, og tað svarar til sløk 53 prosent.
Mads Rørvig kallar tað "avgerandi", at menningin av skiftinum til elbilar framhaldandi verður stuðlað.
Mobility Danmark bíðar tí eisini spent eftir, hvat ein nýliga settur arbeiðsbólkur á økinum kemur við.
Við avtaluni um fíggjarlógina frá 2026 samdust stjórnin og tey konservativu um at seta ein serfrøðingabólk at hyggja at fyrimyndum fyri at umskipa skattingina av bilum.
Millum annað skulu tey seta upp ítøkilig modell fyri varandi avtøku av skrásetingargjaldi fyri elbilar.
Serfrøðingabólkurin skal leggja sítt arbeiði fram í seinasta lagi seinnu helvt av 2026.
/Ritzau/
Í januar vórðu 10.618 nýggir elbilar skrásettir, og tað svarar til, at meira enn fýra av fimm nýggjum bilum eru elbilar. Samstundis er lutfallið av elbilum farið upp um talið av dieselbilum. (Arkivmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix











