Fýra flutt á sjúkra­hús eftir skot­til­burð í London

Sambært løgregluni varð skotið tilvildarliga úr einum bili í býarpartinum Brixton í London, har ein maður eisini varð stungin.

Fýra fólk við skotsárum eru flutt á sjúkrahús eftir skottilburðin í bretska høvuðsstaðnum, London.

Tað upplýsir sjónvarpsstøðin Sky News.

Eitt av ofrunum - ein 25 ára gamal maður - er lívshóttandi skaddur, boðar ein onnur bretsk sjónvarpsstøð, BBC frá. Sambært einum familjulimi hevur 25 ára gamli maðurin einki samband við bólkar ella onnur kriminell umhvørvi.

Eitt annað av offrunum er ein 70 ára gamal pensjónistur.

Sambært løgregluni vórðu skot latin av "tilvildarliga" úr einum akfari á vegnum Coldharbour Lane.

Eitt eygnavitni, sum ikki vil nevnast, sigur við BBC, at sjey skot vórðu latin av úr einum bili.

Skotini raktu eitt stað, har fleiri fólk sótu og grillaðu.

– Fólk høvdu júst verið og hugnað sær við sólskinsveðrinum, men so fóru tey at reisa seg og leypa avstað. Har høvdu eisini verið børn fyrr á degnum, segði viðkomandi.

Umleið 700 metrar frá staðnum í Brixton-økinum í Suðurlondon, har skottilburðurin fór fram, varð ein 33 ára gamal maður funnin við fleiri stingsárum.

Løgreglan í London kannar nú, um samband er millum hesar báðar hendingarnar, skrivar Sky News.

Løgreglan er til staðar í økinum og hevur avbyrgt eitt øki, meðan rættarlæknar arbeiða á staðnum sunnudagin, vísa sjónvarpsmyndir.

Enn eru ongar handtøkur gjørdar í sambandi við skottilburðin, skrivar BBC.

 

/Ritzau/