Keir Starmer hevur tikið við sum bretskur forsætisráðharri eftir sigurin hjá Labour flokkinum á valinum í gjár.
Hann hevur í dag útnevnt Rachel Reeves sum nýggjan fíggjarmálaráðharra, og hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna røkir hetta starvið í Bretlandi.
Rachel Reeves er 45 ára gomul og hevur útbúgving innan búskaparfrøði. Hon hevur sitið í Undirhúsinum síðani 2010.
– Vit hava stórar uppgávur fyri framman, og hetta er ein nýggj byrjan. Latið ikkum fara til arbeiðis, segði Rachel Reeves í røðu fyri starvsfólkunum í fíggjarmálaráðnum í dag.
Nýggjur uttanríkisráðharri í Bretlandi er 51 ára gamli David Lammy, sum hevur útbúgving sum løgfrøðingur og hevur sitið í Undirhúsinum síðani 2000.