Í dag og í morgin halda sonevndu G7-londini kreppufund um økta globala spenningin.
Uttanríkisráðharrarnir í sjey av heimsins størstu demokratisku ídnaðarlondunum fara at umrøða heimsstøðuna.
Væntandi er, at ráðharrarnir fara at umrøða møguligari reformar - ella skipanir - fyri at tryggja frið og veita humanitera hjálp.
Roknað verður við, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, fer at luttaka á fundnum í morgin.
Ætlandi fer Marco Rubio at tosa um kríggið í Iran og Ukraina.
G7-londini eru Frakland, Italia, Japan, Kanada, Týskland, Stóra Bretln og USA.










