Kappingin í triðbestu norsku fótbóltsdeildini hevur verið í summarfrí síðani 13. juli.
Seinnapartin spældu Gullbrandur í Horni Øregaard, ið framvegis er liðskipari, og liðfelagarnir í Sandnes ULF dyst á útivølli móti Sandviken.
Sandnes vann dystin 2-0. Ole Sundgot legði útiliðið á odda, tá klokkan vísti 31 minuttir. Andreas Nyhagen staðfesti sigurin, tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.
Sandnes er fremst í deildini við 34 stigum. Sotra er næstfremst við 30 stigum, og Jerv er nummar trý við 27 stigum. Uppflytingarstríðið stendur millum hesi trý liðini.
Komandi sunnudag kunnu Gullbrandur og liðfelagarnir taka eitt stórt stig móti uppflytingini. Tá kemur Sotra á vitjan, og kann Sandnes við einum sigri leggja sjógv millum seg og nærmastu uppflytingarbiðlarnar.