Gunnar og liðfelagarnir vunnu seg víðari í Conference League

Víkingur Reykjavík vann 2-0 í Albania í kvøld

Tað eydnaðist einum leikara úr Eysturkommunu at vinna seg víðari í Conference League í kvøld.

 

Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík á útivølli í Albania vunnu 2-0 á albansku meistarunum, Egnatia.

 

Víkingur hevði ikki besta útgangsstøðið við sær til Albania, tí Egnatia vann fyrra dystin 1-0.

 

Tá 28 minuttir vóru farnir av dystinum legði Víkingur seg á odda við einum sjálvmáli. Tá bert tríggir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki økti Aron Elís Þrándarson til 2-0.

 

Víkingur hevði trý skot innanfyri málrammurnar hjá Egnatia, meðan heimaliðið bert hevði eitt skot innanfyri málrammurnar hjá Víkingi.

 

Víkingur og vann sostatt ein samlaðan 2-1 sigur á Egnatia, og er víðari til triðja umfarið.

 

Møguleikarnir hjá Víkingi í triðja undanumfarinum í Conference League eru ikki sørir, tí Gunnar og liðfelagarnir møta estisku meistarunum, Flora Talinn. 

 

Flora Talinn vann ein samanlagdan 5-2 sigur á meistaraliðnum úr San Marino, Virtus.