Hægstirættur steðgar Trump í máli um ríkisborgararætt

Hægstirættur í USA hevur vrakað royndina hjá Donald Trump at avmarka rættin til amerikanskan ríkisborgararætt hjá børnum, sum verða fødd í USA.

 

Hægstirættur í USA hevur týsdagin staðfest, at børn, sum verða fødd í USA, framvegis hava rætt til amerikanskan ríkisborgararætt, eisini um foreldrini hvørki eru amerikanskir ríkisborgarar ella hava varandi uppihaldsloyvi.

Harvið varð eitt forsetaboð frá Donald Trump vrakað. Trump hevði roynt at broyta galdandi mannagongd, soleiðis at børn hjá útlendingum uttan ríkisborgararætt ella varandi uppihald ikki skuldu fáa amerikanskan ríkisborgararætt við føðing.

Forsetaboðið varð undirskrivað fyrsta dagin, Trump aftur tók við embætinum, men tað varð longu tá steðgað í lægri rættarstigum.

14. ískoytið til amerikonsku grundlógina er í nógv ár tulkað soleiðis, at øll børn, sum verða fødd í USA, hava rætt til ríkisborgararætt. Tað fevnir eisini um børn hjá ólógligum innflytarum. Bert fá undantøk eru, eitt nú børn hjá útlendskum sendifólkum.

Á sosiala miðlinum Truth Social kallaði Trump dómin eina skomm fyri USA og helt fram, at Kongressin eigur at broyta reglurnar við vanligari lóggávu heldur enn við broyting av grundlógini.

Hægstirættur vísti til eina avgerð frá 1898 í málinum um Wong Kim Ark, sum hevur verið grundarlagið undir tulkingini av grundlógini í meira enn eina øld.

Sambært formanninum í Hægstarætti, John Roberts, hevur rætturin í 128 ár staðfest somu tulking, og tí er eingin orsøk at broyta hana nú.

Kelda: Reuters/Ritzau.