Føroyingauppgerð var í heimsins bestu hondbóltsligu í dag.
Í ZAG Arena høllini í Hannover tóku Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf móti Hákuni West av Teigum, og liðfeløgum hansara í Füchse Berlin.
Tað eydnaðist Hákuni og liðfeløgunum at liva upp til favorittstøðuna, og vinna dystin 32-28. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 15-14.
Hákun skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir. Vilhelm var noteraður fyri eitt upplegg til mál (assist).
Füchse Berlin er fjórðfremst í deildini við 22 stigum. Teir hava trý stig upp til oddaliðið, Magdeburg sum tó hevur spælt tveir dystir færri.
Hannover-Burgdorf er nummar 11 við 12 stigum.
Komandi mikukvøld klokkan 19 spælir Hannover dyst á útivølli móti Wetzlar. Hóskvøldið klokkan 18 spæla Hákun og liðfelagarnir dyst á útivølli móti Flensburg-Handewitt.











