Hálvhjartaða breiða semjan

– Allur bati bøtur. Men Bars­ils­skip­an­in er í roynd og veru ein skipan, sum alt Løg­ting­ið eigur at skamm­ast av

Savnsmynd, Sosialurin.

– Í breiðari semju hevur Løgtingið hækkað út­­­gjald­­ið í barsilsskipanini til 30.000 krón­ur.

 

Soleiðis greiddi løgmaður frá í ólav­søku­røð­uni. Og hann helt fram og vísti á, at í heyst fáa for­eld­ur størri frælsi at býta barsilstíðina, og for­eldur, sum fáa ov tíðliga fødd børn, tvíburar ella fleirburar fáa longri barnsburðarfarloyvi. Ætl­anin er eisini at tryggja eitt minstaútgjald úr skip­anini.

 

– Hetta lættir um gerandisdagin, staðfesti løg­maður.

 

Gamaní. Allur bati bøtur. Men Bars­ils­skip­an­in er í roynd og veru ein skipan, sum alt Løg­ting­ið eigur at skamm­ast av. Tí her hava øll tingfólk víst, hvussu lítla virðing tey hava fyri skipanini, sum fór at virka 1. juni í 2001 – og sum tá var so nógv betri, enn hon er í dag.

 

Kanska tað er tí, at tað fyri tað mesta eru kvinn­ur, sum fáa pengar úr Barsilsskipaini, at hon hev­ur ver­ið so lágt raðfest millum ting­menn og tingkvinnur, og millum lands­stýr­is­menn og landsstýriskvinnur.

 

Skipanin var fín, men í 2004 hildu ting­menn og tingkvinnur, at hon var for dýr. At mamm­ur og nakrir fáir pápar fingu ov nógvar peng­ar úr skipanini. Tí varð hægsta útgjald lækk­að úr 35.000 krónur um mánaðin niður í 25.000 krónur um mánaðin. Og síðani hevur tað staðið í stað – í 20 ár!

 

Seinastu tíðina hava samgonga og and­støða kapp­ast um koma við uppskoti um at hækka útgjaldið. Men álvaratos. 5.000 krónur oman á eina skipan, sum hevur verið aft­ur­út­sigld í 20 ár, hvat hugsa tingfólk fyri sær? Um skip­anin skuldi verið á sama støði sum í 2001, so hevði hon verið komin upp á eitt hægsta útgjald upp á 61.000 krónur. Tað vil siga, at fólk sum tjena so upp til 61.000 krónur kundu fingið fult lønarendurgjald, meðan tey vóru í barnsburarfarloyvi.

 

Taka vit almenna arbeiðsmarknaðin, til døm­is tingfólk, so er teirra løn vaks­in 74,6 pro­sent síðani 2001. Hevði barsilsútgjaldið vaksið tað sama, so var hægsta útgjaldið komið upp á 61.000 krónur í dag. Um vit bara brúka inflatiónsroknaran hjá Hagstovuni, so var hægsta útgjaldið slakar 50.000 krónur.

 

Tá høvdu øll havt ráð at farið í barsil. Tí hann sum tjenar meira enn 50.000 ella 61.000 krónur hevur ikki fyri neyðini fult útgjald.

 

Nú er hægsta útgjald á støði við eina ar­beið­ar­a­løn. Tað vil siga, at tað bara eru tey lægst løntu í samfelagnum, sum fáa eitt bars­ils­út­gjald, sum líkist lønini, tey fáa.

 

Hetta stigið hjá Løgtinginum, sum varð ein­mælt samtykt, (27 - 0 - 0), hevur tí verið sera hálv­hjart­að barnafamiljunum at frama.

 

Savnsmynd, Sosialurin.