Hamradun sløkkir á sandinum

Vælumtókti tónleikabólkurin skal spæla á sandinum kl 01.30 í kvøld, og væntandi sløkkja teir G! við einum braki.

Eftir seinasta mánaðin at hava spælt bæði til Hörnerfest Í Hamburg, og til floksmannadagar í Hattarvík, hevur føroyski fólka-rokk tónleikabólkurin nú fingið til uppgávu at sløkkja ársins G! festival á Gøtusandi. Við nýggjum tulkingum av eitt nú gomlum donkum vísum og føroyskum kvæðum, kann konsertin væntandi fáa bæði ung og gomul oman á sandin. Konsertin byrjar kl 01.30.