Danski hondbóltsleikarin, Hans Lindberg sum hevur røtur í Trongisvági er bert ein av seks leikarum, ið hevur vunnið sonevnda: "Golden Slam" í hondbólti.
Nú Danmark vann olympiskt gull fekk Hans Lindberg sett flugubein við tað seinasta stóra heitið hann manglaði í hondbólti.
Hans Lindberg hevur nú vunnið bæði OL-gull, HM-gull og EM-gull við Danmark, evropeisku kappingarnar fyri felagslið, og báðar kappingarnar í heimsins bestu hondbóltsliga í Týsklandi.
Flotti avrikslistin hjá Hans Lindberg, ið nú fer at spæla við HØJ í næstbestu donsku hondbóltsdeildini sær nú soleiðis út:
Olympiskur meistari 2024
Heimsmeistari 2019 og 2023
Evropameistari 2008 og 2012
Champions League meistari 2013
EHF Cup/European League vinnari 2018 og 2023
Týskur meistari 2011
Týskur steypavinnari 2010