Kamala Harris og Tim Walz eru alment tilnevnd valevni hjá demokratunum til forseta og varaforseta á valinum í november.
Sambært amerikanska blaðnum The New York Times stendur hetta í eini fráboðan frá demokratisku floksnevndini (DNC).
Tað hendir, meðan varaforsetin í USA, Kamala Harris, hevur sín fyrsta veljarafund við varaforsetavalevni sínum í gjárkvøldið í býnum Filadelfia í amerikanska statinum Pennsylvania.
- Tað er við stoltleika at eg kann boða frá, at eg alment eri demokratiska valevnið til forsetasessin í USA, sigur Harris.
- Og nú hava vit okkurt arbeiði, sum vit mugu hava gjørt, leggur hon afturat.
Undir røðuni lýsti Harris bakgrundina hjá Walz sum fyrrverandi skúlalærara og fótbóltsvenjari, veteran hjá amerikansku tjóðarverjuni og fyrrverandi kongresslim.
- Hann er tað slagið av menniskja, sum fær fólk at føla, at tey hoyra til og gevur teimum íblástur til at droyma stórt, sigur hon.
Harris kunngjørdi Walz sum sín varaforsetavalevni fyrr á degnum.
Tim Walz, sum hevur verið demokratiskur guvernørur í Minnesota síðani 2019 og áður hevur sitið 12 ár í kongressini, verður ofta lýstur sum ein rótamerikansk pápatypa.
Valstríðsliðið hjá Harris sigur, at fleiri enn 20 milliónir dollarar eru savnaðar inn, síðani Walz varð kunngjørdur sum varaforsetavalevni.
Eftir at Harris var liðug við røðuna, rætti hon Walz mikrofonina.
Hann brúkti sína tíð til millum annað at siga, at republikanska forsetavalevnið, Donald Trump, er ov sjálvsøkin til at tæna amerikanska fólkinum.
- Donald Trump - hann sær heimin á ein annan hátt. Hann veit einki um at tæna øðrum, tí hann er ov upptikin av at tæna sær sjálvum, sigur Walz framman fyri áhoyrarunum í Filadelfia.
Víðari verður sagt, at hann gleðir seg til at kjakast ímóti republikanska varaforsetavalevninum, J.D. Vans.
- Um hann kann reisa seg úr sofuni, leggur hann afturat eftir drúgvan lógvabrest.
Walz vísir her til eina internetjoke um sambandið hjá J.D. Vance í sambandið við sofur og átekur sær soleiðis leiklutin sum "álopshundur", sum væntast av einum varaforsetavalevni. Tað skrivar New York Times.
Eftir veljarafundin týsdagin fer Harris undir ein túr við steðgum í vestara parti av Wisconsin, Detroit, Michigan, Raleigh, Norður Carolina, Savannah, Georgia, Phoenix, Arizona og Las Vegas í Nevada.
/ritzau/