Tað var einki at rafla um, tá ið EB/Streymur í góðveðrinum í kvøld hevði vitjan av HB. Gestirnir eru við at rigga av við Margáir, og í viðførinum suður aftur í Gundadal hava teir trivaligan 4-0 sigur.
HB var mest á bóltinum, og HB spældi seg til støður og málmøguleikar. EB/Streymur hevði tvær royndir. Jens Erik Bruhn í fyrra hálvleiki og Suni Herman Petersen, tá ið tað restaði ein minuttir. Hann var í fyrra hálvleiki fremsti maður, og eftir steðgin, tá ið Filip Djordjevic varð skiftur inn í álopið, avloysti Suni Herman á vinstra vongverja, har hjálparvenjarin Niels Pauli Danielsen va í fyrra hálvleiki.
Næsta uppgávan hjá EB/Streymi verður lykladystur í stríðnum at sleppa undan at flyta niður. EB/Streymur er undir niðurflytingarstrikuni, og annan sunnudag verður Skála mótstøðuliðið við Margáir. Skála hevur 14 stig, og EB/Streymur hevur 10 stig.
Hjá HB var hetta ein av heilt góðu døgunum. Smáskaddi Teitur Matras Gestsson sat alla tíðina á beinkinum, og tað bar við sær, at 21 ára gamli Rasmus Nilsson fyri fyrstu ferð fekk møguleikan millum stólparnar á besta HB liðnum í landskappingardysti.
At yvirvágin var so stór bar við sær, at Adolfo Sormani eftir steðgin gav øllum skiftisspælarunum uttan Jákup L. Thomsen og málverjanun møguleikan, og hjá HB eigur tað at vera hugaligt at síggja ungar spælarar sum Dávid Reynheim og Jógvan E. Ósá royna seg.
Tá ið Emmanuel Duah í fjórða minutti setti hol á, hevði hann longu havt góðan møguleika. Bæði í hesum førinum, og tá ið Mikkel Dahl ein hálvan metur úr opnum máli økti til 2-0 var uppspælið í høgru, har Hanus Sørensen og vongverjin Mathias Voss vóru eyðsýndir.
Undan steðginum økti miðverjin Samuel Johansen Chukwudi um munin til 3-0 eftir deyðbólt, og so var tað stutt undan leikloki, at Mathias Voss staðfesti 4-0 sigurin.
Annan sunnudag eigur HB heimadyst ímóti B68, sum undan summarsteðginum snýtti HB á Svangaskarði við at vinna 1-0, og annað mikukvøld fer HB í Sarpugerði at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið ímóti Víkingi.
EB/Streymur – HB 0-4 (0-3)
0-1: Emmanuel Duah 4.
0-2: Mikkel Dahl 32.
0-3: Samuel Johansen Chukwudi 43.
0-4: Mathias Voss 86.
Dómari: Árni Brandsson Petersen
EB/Streymur: Jóannes Ey. Davidsen – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Niels Pauli Danielsen – Mathias Blårud, Óli Eyðsteinsson Poulsen – Jens Erik Bruhn, Emil Weihe Joensen, Virgar Jónsson – Suni Herman Petersen
HB: Rasmus Nilsson – Mathias Voss, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Hanus Sørensen, Eyvind R. Mouritsen, Sammy Skytte – Leivur F. Guttesen, Mikkel Dahl, Emmanuel Duah