HB hevði Hajduk Split á knøunum

HB spældi seg til góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at skora málið, sum kundi borið við sær, at tað varð heilt spennandi

Mynd: HB

Tað endaði málleyst, tá ið HB í kvøld á Tórsvølli hevði vitjan av kroatiska Hajduk Split. Kroatiska liðið vann 2-0 á heimavølli og heldur fram í kappingini við samantalda málmuninum 2-0.

 

Eina løtu í seinna hálvleiki gjørdi norðurírski dómarin av at blása av. Tað komst av, at áskoðararnir hjá gestunum brendu fýrverk, sum teir høvdu við úr Kroatia, og tað hjálpti ikki upp á støðuna, at tað var rættiliga tjúkt í veðrinum.

 

Tað er fínt úrslit, at HB megnaði málleysan javnleik ímóti stóra kroatiska felagnum, og tað telur rætta vegin í roknskapinum hjá UEFA, sum ger av, hvussu nógv og í hvørjum kappingum føroysk feløg luttaka í.

 

Hóast talan er um fínt úrslit, so eiga teir í HB at iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna dystin í kvøld, og at HB ikki av álvara hótti kroatiska liðið í kappingini at vinna seg víðari í kappingini.

 

Hajduk Split legði bragdliga fyri, men tað var skjótt, at HB fekk fatur á spælinum, og nógv mesta partin av tíðini var HB omaná, og tað hevði avgjørt einki forgjørt verið í tí, um HB vann við einum og kanska tveimum málum. Hetta mundi vera besta avrikið hjá HB í europeiskum fótbólti yvirhøvur.

 

HB spældi álopsspæl við stórum sjálvsáliti, og HB var væl skipað í verjupartinum. Í tí eina førinum í seinna hálvleiki var bólturin á stólpanum aftanfyri Teit Matras Gestsson, og onkra løtuna undan steðginum kendist tað vandamikið, tá ið troyttir HB spælarar gjørdu persónlig mistøk.

 

Men annars var tað HB, sum vann stórar møguleikar. Hin størsta átti Áki D. Samuelsen eftir innlegg frá innskifta Leivi Fossdal Guttesen, men tá ið bólturin var á veg í málið, bjargaði ein av verjuspælarunum á málstrikuni.

 

Sum tað leið fram ímóti endanum, legði HB nógv fyri í teimum seks minuttunum, sum dómarin legði aftrat. Talan var um fleiri hornaspørk, og fleiri øgiliga spentar støður vóru í málteiginum, men tíverri er tað bara ein í føroyskum fótbólti, sum í altjóða fótbólti megnar at umseta deyðbóltsstøður til mál. Sammett við hjá KÍ týskvøldið hevði HB fleiri stórar møguleikar, men tað er bara ein av tí kalibri, sum Árni Frederiksberg er.

 

Hjá HB snýr tað seg nú um heimligu kappingarnar. Fyrsta uppgávan verður seinnapartin sunnudagin, tá ið Skála verður gestur í Gundadali.

 

 

 

HB – Hajduk Split 0-0

 

Europa Conference League 2. umfar 2. dystur

 

Hósdagin 1. august 2024 kl. 20.00 á Tórsvølli

 

Dómarabólkur úr Norðurírlandi: Tim Marshall, Georgios Argyropoulos, Brian Wilson og Shane Andrews (4. dómari)

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss (Ási P. Dam, 1.), Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen (Noah Mnénéy, 78.), Sammy Skytte – Mohamed Samba (Leivur F. Guttesen, 67.), Mikkel Dahl (Emmanuel Duah, 57.), Áki D. Samuelsen

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Nilsson, Jógvan E. Ósá, Dávid Reynheim, Jákup L. Thomsen

 

Gult kort: Áki D. Samuelsen

 

Venjari: Adolfo Sormani

 

Mynd: HB