Sandoyar Tjóveldisfelag hevur valt at stilla Hendrik Egholm upp til løgtingsvalið hin 26. mars.
Páll á Reynatúgvu stillar ikki uppaftur, og tað ger Kristian Oskar Henriksen, sum nú er borgarstjóri í Sands kommunu, heldur ikki.
- Hendrik er ættaður úr Streymnesi og hevur búð á Sandi síðan 2009. Hann er giftur, hevur fýra børn og er útbúgvin verkfrøðingur.
Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Sandoyar Tjóðveldisfelag.
- Hendrik hevur í nógv ár verið virkin í Tjóðveldi, og vit eru fegin um, at hann hevur játtað at stilla upp.
Sandoyar Tjóðveldisfelag fer nú við góðum treysti undir at fáa umboð valt í oynni, sum arbeiðir fyri stevnumiðum floksins.
- Nú Suðuroyartunnilin er samtyktur, er tað sera umráðandi, at vit fáa umboð valt á ting, sum kann arbeiða fyri loysnum, sum tæna fólkinum og náttúruni í oynni.
Vit kunnu leggja aftrat, at Hendrik Egholm hevur stóran áhuga fyri føroyskum dansi, og hann er ein rættilig kvæðakempa.
Hann hevur eisini stóran áhuga fyri seyði og seyðahaldi.











