Hetjan úr Bondi hevði ongar stúranir

43 ára gamli grønmetishandlarin Ahmed al Ahmed hevði ongar stúranir, tá hann leyp á ein av gerningsmonnunum undir skottilburðinum á Bondi Beach í Avstralia fyri smáum tveimum vikum síðani.

Ahmed Al Ahmed varð sjálvur raktur av skotum undir álopinum 14. desember, har hann rændi eina byrsu frá einum av gerningsmonnunum. Sambært ABC varð hann útskrivaður sunnudagin. (Arkivmynd). - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Tað sigur hann í samrøðu við amerikanska miðilin CBS News.

- Nei, eg stúrdi ikki fyri nøkrum. Mítt mál var bara at taka byrsuna frá honum og forða honum í at drepa ósek fólk, sigur Ahmed.

Ein videoupptøka vísir, hvussu hann sníkti og tók ein av gerningsmonnunum av fótum, sum var við at skjóta inn í eina mannamúgvu.

Ahmed al Ahmed sló á gerningsmannin aftanífrá og tók byrsuna frá honum.

Tilsamans vórðu 15 fólk dripin av tveimum gerningsmonnum 14. desember.

/Ritzau/