Adrian R. Justinussen spældi allan dystin, og Daniel Johansen slapp ikki upp í part, tá lið teirra, Hillerød spældi dyst á útivølli móti niðurflytarunum úr superliguni, OB.
OB vann dystin 1-0, og teir hava fult stigatal, 12 stig aftaná fýra teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.
Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini fekk James Gomez hjá OB seinna gula kortið, men Adrian og liðfelagarnir megnaðu ikki at gagnnýta, at teir vóru 11 móti 10.
Hillerød er nummar átta í deildini við fýra stigum fyri fýra dystir.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 tekur Hillerød móti HB Køge á heimavølli.