HM-finalan millum Spania og Argentina verður leikt á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í kvøld klokkan 20.
Bæði liðini kunnu skriva glæsuliga søgu um tey vinna HM-finaluna.
Við sigri gerst Spania einasta landsliðið í søguni, ið hevur verið verandi heims- og evropameistari á tveimum sinnum. Spania megnaði hetta tá teir vunnu HM-gull í 2010. Tá vóru teir verandi evropameistarar. Vesturtýskland megnaði hetta við at vinna EM í 1972 og HM í 1974. Frakland megnaði tað eisini við at vinna HM í 1998 og EM í 2000.
Við sigri fremur Argentina eitt framúr bragd. Tá vera teir fyrsta liðið nakrantíð, ið hevur vunnið HM tvær ferðir á rað, og sum hevur vunnið Copa America tvær ferðir á rað. Argentina vann Copa America í 2021 og í 2024, og teir vunnu HM í 2022.
Við sigri gerst Argentina eisini fyrsta landsliðið síðani Brasil, ið vinnur HM tvær ferðir á rað. Brasil megnaði hetta í 1958 og í 1962. Við sigri hevur Argentina eisini líka nógvar HM-sigrar sum Italia og Týskland, ið hava fýra HM-gull hvør. Brasil hevur fimm HM-gull.
Spania hevur eina lítla favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum undan HM-finaluni.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











