Kekkia og Suðurafrika, ið taptu fyrstu dystirnar í innleiðandi HM-bólki A spældu í kvøld dyst á Mercedes-Benz leikvøllinum í Atlanta í Georgia.
Longu í sætta minuttinum av dystinum gjørdist Michal Sadilek leysur í suðurafrikanska brotsteiginum, og hann legði Kekkia á odda 1-0.
Tá 83. minuttir vóru leiktir fekk Suðurafrika tillutað brotsspark, tá bólturin rakti armin hjá Pavel Sulc. Teboho Mokoena tók av møguleikanum og sendi brotssparkið í netið.
Sostatt hava bæði Suðurafrika og Kekkia eitt stig hvør aftaná tveir dystir.
Kekkia-Suðurafrika 1-1 (1-0)
1-0 Michal Sadilek ('6 )
1-1 Teboho Mokoena, br. ('83 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Kekkia og Suðurafrika.
Klokkan tvey í nátt spæla Meksiko og Suðurafrika toppdyst í bólki A á Estadio Akron leikvøllinum í Zapopan.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.










