Klokkan 19.30 í kvøld spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti seinasta dystin í hesum fyri tær minniliga HM-endaspælinum.
Í Westfalenhalle í Dortmund skulu okkara royna at vinna á Íslandi fyri at røkka triðja plássinum í HM-millumbólki 2 fyri at fáa eina so góða endastøðu sum møguligt. Ynskiligt er fyri Føroyar, at Týskland vinnur á Spania, og Serbia vinnur á Montenegro, so til ber at knógva triðja plássið í bólkinum.
Støðan í millumbólkinum er hendan:
| Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | +/- | Stig | |
| 1 | Týskland | 4 | 4 | 0 | 0 | 135:89 | 46 | 8 | |
| 2 | Serbia | 4 | 2 | 1 | 1 | 109:117 | -8 | 5 | |
| 3 | Spania | 4 | 2 | 0 | 2 | 115:107 | 8 | 4 | |
| 4 | Montenegro | 4 | 2 | 0 | 2 | 112:121 | -9 | 4 | |
| 5 | FØROYAR | 4 | 1 | 1 | 2 | 111:124 | -13 | 3 | |
| 6 | Ísland | 4 | 0 | 0 | 4 | 101:125 | -24 | 0 |
Hvørja ferð okkara hava spælt ein kappingardyst móti Íslandi hava tær íslendsku havt favorittleiklutin hjá altjóða veddingarfyritøkum, men soleiðis er ikki hesaferð.
Føroyar hava favorittstøðuna hesaferð. Tó er ikki talan um eina stóra favorittstøðu.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 1,61.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 8,73.
Miðaloddsini upp á íslendskan sigur eru 2,83.
HER eru oddsini:
##med2##












