Frakland og Niðurlond hava vunnið seg trygt víðari til HM-fjórðingsfinalurnar úr HM-millumbólki 3, ið verður leiktur í Rotterdam.
Eftir er bara hjá Fraklandi og Niðurlondum at spæla eina bólkafinalu undan fjórðingsfinalunum.
Frakland vann stórsigur á Argentina, og Niðurlond vunnu stórsigur á Póllandi. Heldur óvæntað tapti Eysturríki fyri Tunesia.
Frakland og Niðurlond hava átta stig hvør. Pólland hevur fýra stig. Tunesia og Eysturríki hava tvey stig hvør. Argentina hevur einki stig.
4. desember:
Argentina – Pólland 25-28
Frakland – Eysturríki 29-17
Niðurlond – Tunesia 39-21
6. desember:
Eysturríki – Tunesia 25-27
Pólland – Niðurlond 22-33
Argentina – Frakland 17-29
8. desember:
Frakland – Niðurlond.
Pólland – Eysturríki.
Tunesia – Argentina.











