HM: Hálvan mai skulu Føroyar spæla móti Bosnia Hersogovina

Bosnia Hersogovina vann samlaðan níggjumálssigur á Kosovo

Millum 13. og 17. mai skal føroyska manslandsliðið í hondbólti spæla tveir Play Off dystir móti Bosnia Hersogovina um rættin at kappast í HM-endaspælinum í Týsklandi.

 

Bosnia Hersogovina tapti í dag 29-33 (15-17) fyri Kosovo á útivølli. Men bosniakarnir vunnu fyrra dystin á heimavølli 34-21 (15-13), og harvið ein samlaðan 63-54 sigur á Kosovo.

 

Føroyar hava lukkutíð seinna dystin móti Bosnia Hersogovina á heimavølli við Tjarnir, tí útidysturin kann vísa seg at gerast sera torførur.