HM: Manuel Neuer gevst aftur á týska landsliðnum

Undir HM-endaspælinum eydnaðist týsku málmanslegenduna at seta met

Mynd: Ritzau Scanpix

Fyrr í vikuni reyk Týskland út móti Paraguay í HM-sekstandapartsfinaluni aftaná brotssparkskapping. Eitt tap, ið sviður hjá stoltu og siðríku týsku fótbóltstjóðini.

 

Einasti uggi í týska HM-myrkrinum var, at týska málmanslegendan, 40 ára gamli Manuel Neuer, ið vardi týska málið í dystinum móti Paraguay setti HM-met. Dysturin var nummar 21 hjá honum í einum HM-endaspæli. Gamla metið átti franski málverjin, Hugo Lloris við 20 dystum. Hann tók á sinni meti frá einum øðrum kendum týskum málverja, Sepp Maier, ið spældi 18 HM-dystir í sínari tíð.

 

Manuel Neuer, ið upprunaliga var givin á týska landsliðnum valdi at játta, tá landsliðsvenjarin, Julian Nagelsmann spurdi um hann kundi var partur av HM-hópinum. Men nú hevur Manuel Neuer staðfest, at hann fer ikki at spæla fleiri landsdystir.

 

Manuel Neuer er tó fegin um, at hann tók við møguleikanum aftur, men harmast, at Týskland reyk úr kappingini longu í sekstandapartsfinaluni: - Við mínum alduri og við mínum royndum við fýra HM-endaspølum, so vildi eg fegin hjálpa teimum ungu leikarunum á og uttanfyri vøllin. Eg vildi hjálpa eftir besta førimuni, eg vildi hjálpa týskum fótbólti. Sjálvt um hetta er beiskt, so angri eg ikki, at eg valdi at vera við. Vónbrotið er risastórt, men eg kenni meg kortini takksaman. Takk fyri tykkara stuðul gjøgnum øll árini, og í hesum endaspælinum. Skrivar Manuel Neuer á Instagram-vanga sínum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix