Hetta vikuskiftið er stóri matfestivalurin Copenhagen Cooking í Keypmannahavn. Ein av luttakarunum hesaferð var høvuðskokkurin á Áarstovu í Havn, Ray Yeow, í kappingini um Danmarks Bestu Gourmet Pizza 2025.
Ray Yeow brúkti burturav føroyskar urtir, eitt nú atamjaðarurt og rósur – og hann vann kappingina.
Føroysku urtirnar vaktu stóran ans hjá altjóða dómarunumpanelinum.
– Vit eru sera errin av at hava kokkin Ray í toymi okkara, skrivar Áarstova.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##