HVÍ FYLLA LUMMARNAR HJÁ ÚTLENDSKUM ÍLØGUSPEKULANTUM?

og skapa eina undirstætt við teimum ungu, sundurlisnu familjunum og teirra børnum og teimum, ið hava tørv á  hjálp og røkt?

 

Hin 27. august í 2015 vísti Fólkaflokkurin á, at landskassin hevði 93 milliónir í avlopi. Og slagorðið bleiv: “Nú ræður um at halda kósina”.

 

Fáar dagar seinni, tá august mánaði var liðugt bókaður, endaði úrslitið á minus 16 milliónum kr. Tá árið var liðugt, bleiv undirskotið 78,6 milliónir kr.

 

Soleiðis kann man ikki stýra einum landi. Var talan um eina fyritøku, vórðu fíggjarstjóri, stjóri og nevnd send til hús.

 

Hetta vísir, at tá Fólkaflokkurin tosar um búskaparligt vit og skil, so siga tey ósatt.

 

Hyggja vit eftir teirra vinnulívspolitikki, so vísir hann eisini, at tey heldur ikki eru góðir businessmenn.  

 

Miðal vinningsbýtið í føroysku alivinnuni var smáar 600 milliónir kr. um árið í tíðarskeiðnum 2014-2024. Og tilfeingisgjøldini vóru í miðal 155 milliónir kr. um árið í sama tíðarskeiði.

 

Bara í árunum 2022 og 2023 var samlaða vinningsbýtið hjá alifyritøkunum 1,7 milliard. Í mun til 500 milliónir kr. í tilfeingisgjøldum.

 

Ein alifyritøka er serlig í hesum føri, og tað er Bakkafrost, ið stendur fyri uml. 75% av allari framleiðsluni á føroysku firðunum.

 

Av teimum 1,7 milliardunum í vinningsbýti, fingu eigararnir hjá Bakkafrosti omanfyri 1,5 milliard. Umframt Jacobsen familjuna, so teljast millum størstu eigararnar:

 

-          Folketrygdfondet – Hetta er størsti eigarin.

 

-          Alecta Tjanstepension Omsesidigt

 

-          State Street Bank and Trust Comp

 

-          Saxo Bank A/S

 

-          Verdipapirfondet BND Norge

 

-          JPMorgan

 

-          O.s.fr.

 

Tað er púra ørt, at vit í Føroyum fyri lítið og lætt lata okkara firðir til fyritøkur, so tær kunnu rinda ovurstór vinningsbýti til ríkastu fólk í heiminum.

 

Hetta er eisini so langt frá góðum handilsskapi, man yvirhøvur kann koma.

 

Uppaftur ørari er tað, at vit – eigarin av øllum firðunum – skulu sita eftir við dálkingini umframt einum stættarsamfelagi, har tey ungu, sundurlisnu familjurnar og børn teirra, verkafólk, røktarar og onnur ikki hava ráð til ein bústað og livilig kor.

 

 

 

Fyri teg, meg og Føroyar

 

Vel Kim Hansen

 

Vel Tjóðveldi