Hvør skal passa tey gomlu, Ben?

Vantandi hendur og vantandi fakligir førleikar eru størsti trupulleikin á eldraøkinum. So góði Ben Arabo – hvør skal lofta teimum gomlu, sum tú vilt útskriva av sjúkrahúsinum?

Hanna Paula við Streym, Tjóðveldi

 

 

 

At eldri fólk verða liggjandi á sjúkrahúsinum eftir lokna viðgerð, er ein sera harmilig støða. Men tað er ikki høvuðstrupulleikin. 

 

Tí hóast hesi gomlu eru liðugt viðgjørd, merkir tað ikki, at tey ganga út av hospitalinum og eru frísk. Nógv teirra hava kompleksar sjúkur og krevja framhaldandi røkt á høgum fakligum støði.

 

Høvuðstrupulleikin er, at røktarheimini mangla starvsfólk, og at tey hartil í stóran mun eru mannað av ófaklærdum hjálparfólki.

 

Eg havi størstu virðing fyri hjálparfólkunum. Tey gera eitt megnar arbeiði og halda í stóran mun eldraøkinum uppi. 

 

Men vit kunnu ikki leggja meiri ábyrgd og slíkar kompleksar uppgávur yvir á tey, um vit ikki fyrst tryggja teimum røttu fakligu førleikarnar.

 

Har Ben Arabo sær eitt excel-ark, síggi eg menniskjað. Tað gera øll innan eldraøkið.

 

Øðrumegin síggja vit gomul fólk, sum tørva góða røkt á fakliga høgum støði. Hinumegin síggja vit starvsfólk, sum renna fyri at røkja sítt arbeiði, men sum ofta ikki hava fingið grundarlagið undir arbeiðinum - nevniliga útbúgving.

 

Okkum manglar sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Tað er størsti trupulleikin - og hann má loysast, áðrenn fólk verða útskrivað.

 

Landið má taka sína ábyrgd. Eitt nú við at staðseta heilsuskúlan, har fleiri hava møguleika at útbúgva seg uttan at flyta heimanífrá.

 

Vit eru samd um, at eingin eigur at liggja á sjúkrahúsinum longri enn neyðugt. Men ein útskriving krevur, at nøktandi tilboð eru uttanfyri sjúkrahúsið. 

 

Vit kunnu ikki útskriva tey, fyrr enn vit kunnu veita somu fakligheit, sum tey fáa, meðan tey eru innløgd. 

 

Tað er hesa ábyrgdina, vit mugu tora at taka. 

 

Tað er tann trupulleikin, góði Ben, sum má loysast fyrst.