Í dag viðger Grønland spentu støðuna við USA

- Tað er ikki bara Donald Trump, sum er komin við útsagnum, men eisini hansara samstarvspartar, sigur Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, nú grønlendska landstingið í dag viðger spentu støðuna

Í dag fer landstingið í Grønlandi at umrøða sera truplu støðuna, sum Grønland hevur verið í seinastu mánaðirnar, síðan amerikanski forsetin, Donald Trump, setti sær fyri, at Grønland eigur at gerast ein partur av USA.

 

Á fundinum fer grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, at greiða frá støðuni í ríkinum eftir harða ágangin úr USA, og landsstýrisformaðurin ásannar, at hetta hevur verið ein sera trupul tíð í Grønlandi.

 

- Tað er harmiligt, at tað ferð eftir ferð - og heilt fram til dagin í dag - eru komnar útsagnir úr USA um, at USA ynskir at yvirtaka Grønland.

 

Sambært Sermitsiaq eru hetta fyrstu orðini í frágreiðingini, sum landsstýrisformaðurin fer at leggja fyri landstingið á fundinum í dag, sum byrjar klokkan 11, lokala tíð.

 

Hesi eykafundurin í landstinginum verður hildin í samband við harða ágangin, sum USA og forseti landsins, Donald Trump, hava framt ímóti Grønlandi seinastu tíðina.

 

Frágreiðingin hjá landsstýrisformanninum er einasta mál á skránni, og sambært Sermitsiaq er frágreiðingin løgd út á heimasíðuna hjá landstinginum longu fyri fundin í dag.

 

Í frágreiðingini vísir Jens-Frederik Nielsen á, at USA við forseta landsins, Donald Trump á odda, hevur tann hugburð, at Grønland skal yvirtakast.

 

- Amerikanski forsetin hevur - bæði fyri sína innsetan í byrjanini av 2025 og eisini eftirfylgjandi - hildið fram við sínum útsagnum uttan at taka tær í seg aftur.

 

Landsstýrisformaðurin ásannar, at boðskapurin úr USA er greiður: Grønland skal yvirtakast og stýrast úr USA.

 

- Tað er ikki bara Donald Trump, sum er komin við hesum útsagnum, men eisini hansara samstarvspartar, leggur Jens-Frederik Nielsen aftrat.

 

##med2##

 

Landsstýrisformaðurin ger greitt, at grønlendska landstingið heldur lítið um útsagnirnar úr USA, tí Grønland er ein partur av kongarikinum og vil halda fram við sínari menning samsvarandi heimastýrislógini.

 

Jens-Frederik Nielsen vísir á, at Grønland í teirri støðu, sum landið hevur verið í, hevur fingið dyggan stuðul úr Evropa, eitt nú millum ES-lond, og at tað nú er eydnast at fáa í lag samrøður við USA á høgum embætisstigi.

 

- Samskifti er í gongd, og grønlendska stjórnin arbeiðir miðvíst fyri at røkka ítøkiligum úrslitum, eins og tað hevur stóran týdning at standa saman fyri at verja Grønland, sigur landsstýrisformaðurin.

 

 

 


 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava Grønland at gerast ein partur av USA