IDF sigur seg hava dripið Hamas-leiðara

Hamas hevur ikki váttað upplýsingarnar hjá ísraelska herinum

 

Ísraelski herurin IDF  sigur seg hava dripið tað, tey rópa ein Hamas-leiðara, Nasser Musa, í Gazageiranum.

 

IDF skrivar á Telegran í morgun, at Nasser Musa hevur virkað sum leiðari fyri einari hernaðarligari deild hjá Hamas í sonevndu Rafah-brigaduni.

 

Hamas hevur ikki váttað upplýsingarnar hjá ísraelska herinum, sum sigur, at álopið, ið beindi fyri leiðaranum, varð framt hin 9. august.