Hesum boðar ÍF frá í kvøld. Jákup Martin Joensen følir ikki at hann hevur meira at geva felagnum. Jákup Martin tók yvir eftir at Aleks fór frá aftan á fimm dystir.
ÍF hevur gjørt avtalu við Ólav Larsen um at taka sær av besta liðnum restina av kappingarárinum. Aftur honum eru komnir Christian Høgni Jacobsen, Hjálparvenjari. Jákup Mikkelsen, Málmansvenjari. Heri Johnsson, Fysioterapeut. Heðin Olsen heldur fram sum fysiskur venjari.
Jónfríð Olsen er farin í farloyvi restina av kappingarárinum.
ÍF takkar Jákupi Martin fyri tíðina og ynskja honum alt tað besta framyvir, og ynskja eisini Ólavi og hinum góða eydnu restina av kappingarárinum.