Inflatiónin í USA fellur meira enn væntað

Inflatiónin í USA fall í august til 2,5 prosent árliga, og hetta vísir á eina nærkandi rentulækking í USA.

Keyparar kanna prísir í Walmart í Secaucus í New Jersey. Inflatiónin er vorðin eitt týðandi mál í amerikanska valstríðnum. - Mynd: Eduardo Munoz Alvarez/Ritzau Scanpix

Saman við einari hóvligari útjavning í nýggjum arbeiðsplássum í USA verður roknað við, at amerikanski miðbankin, Fed, fer at lækka rentuna í næstu viku, skrivar Wall Street Journal.

- Tað eru trý og eitt hálvt ár síðani, at amerikanarar høvdu so lága inflatión sum nú. Nógv er veruliga hent við prísunum í tí tíðarskeiðnum, sigur Allan Sørensen, leiðandi búskaparfrøðingur í Dansk Industri.

- Samlaðu amerikansku brúkaraprísirnir eru hækkaðir við nærum 19 prosentum síðani mars 2021. Hetta er eins nógv og prísirnir eru hækkaðir undanfarnu tíggju árini, sigur hann.

 

/Ritzau/

 

 

 

Keyparar kanna prísir í Walmart í Secaucus í New Jersey. Inflatiónin er vorðin eitt týðandi mál í amerikanska valstríðnum. - Mynd: Eduardo Munoz Alvarez/Ritzau Scanpix