Iran vísir aftur at samrøður eru við USA

- Skulu vit trúgva innihaldinum í boðunum hjá Donald Trump, kann hetta vera eitt tekin um eina byrjan til enda á krígnum, sigur miðeysturgranskari

Í dag hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, sagt, at góðar og produktivar samrøður hava verið millum USA og Iran við tí endamáli at steðga fíggindaskapinum í Miðeystri, sum hann rópar kríggið, ið hevur herjað seinastu dagarnar.

 

Men, útsagnirnar hjá Trump samsvara ikki við tað, sum Iran sigur, og hetta veit Verdens Gang at siga nú seinnapartin. Sambært Verdens Gang hevur einki samband verið millum londini yvirhøvur, soleiðis sum Donald Trump heldur uppá.

 

Í morgun segði amerikanski forsetin, at USA hevur gjørt av at steðga sínum ætlaðu álopum á iranska oljuídnaðin og á undirstøðukervið innan olju-og gassídnaðin í fyribils fimm dagar.

 

Áður hevði forsetin sagt, at um Iran ikki læt Hormussundið uppaftur innan 48 tímar, fór USA fullkomiliga at oyðileggja iransk orkuverk.

 

- Eg havi heitt á verjumálaráðið um at útseta hernaðarligu atgerðirnar á iranska oljuútbúnaðir og á undirstøðukervið innan oljuídnaðin í fimm dagar - alt eftir, hvat kemur burtur úr fundum og samrøðum, skrivaði Donald Trump á Truth Social.

 

Í dag hitti amerikanski forsetin tíðndafólk uttanfyri forsetaflogfarið, Air Force One, og tá segði hann, at USA og Iran hava seinastu tveir dagarnar havt sera góðar og produktivar samrøður um eina endaliga loysn á stríðnum í Miðeystri.

 

Hann segði eisini, at londini bæði skulu tosa meira saman og legði aftrat, at serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff og fyrrverandi ráðgevin, Jared Kushner, høvdu sín lut í samrøðunum.

 

- Tað, sum Iran ynskir, er í stóran mun at gera eina avtalu. Tað ynskja vit eisini. Vit fara at tosa meira saman í dag - helst í telefon, tí tað er sera trupult hjá teimum at sleppa úr landinum, segði amerikanski forsetin við tíðindafólk.

 

Men, spurningurin er, hvat er rætt, og hvat ikki er rætt í tí, sum forsetin sigur. Í iranska uttanríkisráðnum vísa tey aftur, at londini yvirhøvur hava havt nakrar samrøður, og hetta veit almenna iranska ávísin, Iran, at siga.

 

- Um vit skulu trúgva innihaldinum í boðunum hjá Trump, kann hetta vera eitt tekin um eina byrjan til enda á krígnum, sigur miðeysturgranskarin, Dag Tuastad, við Verdens Gang, eftir at hava lisið útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum.

 

Og hann leggur aftrat:

 

- Kríggið er ikki av enn, og hetta er ein útseting í fimm dagar. Vit vita, at USA flytir herfólk til Miðeysturs, men hetta kann eisini vera fyri at avleiða, sum granskarin tekur til í samrøðu við Verdens Gang.