Jákup L. Thomsen er ein av teimum, sum av álvara hevur rætta HB DNAið. Hann er málsøkin og upplagdur fremsti maður, tá ið hann av álvara er væl fyri. Trupulleikin hjá honum hevur ofta verið, at hann hevur verið skaðadarvaður. Soleiðis hevur tað eisini verið, nú dagsskráin hevur verið at fyrireika nýggja kappingarárið.
Tí var hann ikki millum teir fyrstu ellivu, tá ið HB í kvøld var undir Mýruhjalla á Skála. Ein av nýggju HB spælarunum er miðvallarin Amidou Diop, sum var sera eyðsýndur.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað nýggi norski álopsspælarin Storm Even Mugge Pettersen, sum úr høgru og eftir upplegg frá Bartali Wardum legði HB á odda, tá ið hann sendi bóltin í handara síðunetið.
Sum seinni hálvleikur leið, reið tað um snarið. Bæði liðini høvdu hornaspørk og spentar støður. Ellivu minuttir undan leikloki skifti HB venjarin André Olsen Jákup L. Thomsen inn fyri 1-0 málskjúttan, og tríggjar minuttir undan leikloki takkaði Jákup L. Thomsen fyri álitið, tá ið hann við fínum máli økti um munin til 2-0.
20 minuttir undan leikloki skifti HB Dan í Soylu út. Avloysari var Erik Sorga, og tað var eftir eitt tvey samanspæl við Sorga, at Jákup L. Thomsen av brotsteigarmarkinum og mitt fyri sendi bóltin upp í hornið aftanfyri nýggja Skála málverjan Hans Jákup Arngrímsson.
Eitt flott mál, og HB var av álvara á sigurskós. Lítla løtu undan leikloki kveiktist spenningur aftur, tá ið miðvallarin Jákup Pauli Frederiksberg, men tá var ikki meiri tíð eftir, og so vann HB 2-1.
Í øðrum umfari fær HB vitjan av 07 Vestur, meðan Skála fer at spæla á útivølli ímóti B68.











