Nikke 225-vísitalið í Japan er hækkað meira enn 10 prosent eftir størsta fallið mánadagin síðani Black Monday í 1987.
Hetta skrivar tíðindastovan AFP.
Framgongdin, sum var júst 10,33 prosent, bøtir bara helvtina av søguligu afturgongdini í gjár uppá 12,4 prosent.
- Marknaðurin byrjar nógv hægri og hann fer væntandi at hava eina nátúrliga framgongd eftir fallið í gjár, meðan japanska yen stevnir móti einum falli mótvegis amerikanska dollaranum, sigur partabrævameklarafelagið Monex.
Seinasta vikan var merkt av reyðum tølum á virðisbrævamarknaðunum um allan heimin, og henda vikan er byrjað við órógvi í Asia.
Eisini í Suðurkorea og Taipei hevur verið eitt fall upp á yvir átta prosent, meðan tað í Singapore hevur verið eitt fall upp á yvir fýra prosent. Fremsta avstralska vísitalið fall við meira enn trimum prosentum.
Bank of Japan hækkaði í síðstu viku rentuna fyri aðru ferð í 17 ár, og spekulatiónir eru um, at rentan kann hækka einaferð afturat.
Hetta hevur styrkt japanska yen, sum er ein negativur faktorur fyri japansku útflutningsfeløgini.
Íløgubankin Daiwa Securities sigur sambært tíðindastovuni AFP, at vánaliga gongdin mánadagin í Japan er ein spegilsmynd av "øktari stúran fyri ótrygga amerikanska búskapinum".
Tað eru millum annað amerikansku arbeiðstølini í farnu viku, sum hava verið við til at skapa stúran fyri búskaparligu menningini yvirhøvur.
Amerikansku lønartalvurnar hjá teimum, sum ikki vóru bøndur, hækkaðu við 114.000 í juli, og tað var væl undir tí, sum búskaparfrøðingar høvdu væntað.
Fríggjadagin lækkaði danska C25-vísitalan við 2,5 prosentum. Tað var størsta fallið hjá indeksinum síðani september 2022. Tað varð sligið mánadagin, tá C25 indeksið stongdi niður 3,6 prosent.
/ritzau/