Í dag byrjaði kappingin í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini.
Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, Shkupi tók á heimavølli móti Voska Sport.
Tá Jóan Símun kom á vøllin í 81. minutti stóð illa til hjá Shkupi, ið var aftanfyri 1-3.
Fimm minuttir aftaná Jóan Símun kom á vøllin minkaði El Hadji Gueye til 2-3.
Væl inni í tíðin dómarin hevði lagt aftrat javnaði Jóan Símun til 3-3, og syrgdi sostatt fyri, at heimaliðið fekk stig í fyrsta dystinum hetta kappingarárið.
Komandi sunnudag spælir Shkupi móti Gostivar á útivølli.
Yngri bróður Jóan Símun, Andrias Edmundsson fekk heldur ikki spælitíð fyri Wisla Plock í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini í dag. Hetta er annar dysturin á rað, har Andrias ikki fær spælitíð.
Wisla Plock vann annars 2-1 (2-1) á Odra Opole á útivølli.