Jødisk-Kristin virði mugu verjast!

Eg fái ofta spurningin: “Jødisk-Kristin virðir” - Hvat er tað fyri nakað?

 

Vesturheimurin stendur á tí virðisarvinum og grundvøllinum, sum Kristindómurin og Jødadómurin hevur givið okkum.

 

Fríi viljin. Virðingin fyri hvørjari mannasál. Tað er bara í Vestuheiminum, at virðingin fyri kvinnum er javnbjóðis monnum.

 

Gylta meginreglan: At tú skal gera ímóti øðrum, sum tú vilt, at tey skulu gera ímóti tær.

 

Næstrakærleikin. Virðingin fyri lívi.

 

Tey tíggju boðini. Tú skalt ikki øvunda (sosialistisk øvund er ikki av tí góða).

 

Tú skalt ikki stjala, ikki sláa í hel, ikki lúgva og so framvegis.

 

Tí hevur vesturheimurin størstu og sterkastu mentan í heimssøguni. Hetta er grundarlagið undir fólkaræðinum, undir fríum marknaðarbúskapi og frælsinum hjá hinum einstaka.

 

Kristindómurin er vaksin út úr jødiska grundarlagnum, og signingarnar, sum vit njóta hvønn dag í vesturheiminum, skulu vit ikki taka fyri givið.

 

Tann, sum signar Ísrael verður signaður. Tann, sum bannar Ísrael, hevur sett seg sjálvan á eina vandakós.

 

Vit sum kristi land og kristin vesturheimur hava tí lagnu-felagskap við Ísrael og jødiska fólkið.

 

Sum Ísrael fer, soleiðis fer vesturheimurin eisini.

 

Nú anti-semitisma veksur fram í okkara grannalondum, mugu vit vakna.

 

Tað er sera álvarsamt, at vit eru komin hartil, at synagogur í Danmark mugu hava løgregluverju.

 

Rakstrarrópini “From the river to the sea” hava fingið innivist í Svøríki og Danmark og enntá samhuga á lærustovnum.

 

Tað er tíð til at vakna úr svøvni.

 

Eitt ættarlið frá nú av kenna vit ikki Eurpoa aftur, um vit ikki vakna úr svøvni NÚ.

 

Vel tí ein sterka borgarliga kvinnu á Fólkating, sum torir at siga tingini, sum tey eru.

 

Tí Kristnu virðini mugu vit verja.

 

 

 

Vel Astrið Breckmann á fólkating og løgting.