Hóskvøldið klokkan 20 - føroyska tíð - skal KÍ royna at vinna seg í Play Off umfarið til bólkaspælið í Europa League.
Mótstøðuliðið á útivølli í Bosnia Hersogovina er Borac Banja Luka. KÍ hevur eina 2-1 leiðslu við sær til returdystin í Bosnia Hersogovina.
Vinnur KÍ ein samlaðan sigur á Borac Banja Luka eru teir garanteraðir bólkaspæl í heyst.
KÍ fær lukkutíð ein altjóða royndan dómara til dystin móti Borac Banja Luka.
38 ára gamli bulgarski dómarin, Georgi Kabakov skal leiða dystin millum Borac Banja Luka og KÍ.
Georgi Kabakov hevur dømt altjóða dystir, bæði í landsliðshøpi og felagsliðshøpi síðani 2013, so royndirnar trota ikki.
FK BORAC BANJA LUKA (BIH) [1-2] KÍ KLAKSVÍK (FRO)
Dómari: Georgi Kabakov BUL
Hjálpardómari 1: Martin Margaritov BUL
Hjálpardómari 2: Diyan Valkov BUL
Fjórði dómari: Vladimir Valkov BUL
VAR dómari: Dragomir Draganov BUL
VAR hjálpardómari: Georgi Ginchev BUL
UEFA dómaraeygleiðari: Alon Yefet ISR
UEFA umboð: Emin Cəfərov AZE