KÍ hevur skift níggju spælarar út

Ímóti ÍF eru seks stuðulsspælarar á beinkinum, meðan fleiri ikki eru á listanum

ÍF er í Klaksvík, har fyrsta bríksl í SF dyhstinum verður nú klokkan 15.

 

KÍ spældi í Europa League hóskvøldið, og áðrenn fokus verður vent móti uppgávuni í Bosnia Hersegovina hóskvøldið, so snýr tað seg um ÍF í dag.

 

KÍ venjarin Espen Haug metir, at tað er best fyri heildaravrikini hjá KÍ, at nógv teir flestu, sum higartil í ár hava verið millum teir fyrstu ellivu, ikki eiga so stóran leiklut í dag. Onkrir eru á beinkinum, meðan aðrir als ikki eru á listanum.

 

KÍ liðið sær soleiðis út í dag:

 

Ari í Haraldstovu Petersen – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Børge Petersen, Ahmed Latif – Hallur Hansson, Dan í Soylu, Albert Ejupi – Árni Frederiksberg, Pætur J. Petersen, Joseph Michael Williams

 

Í summarsteðginum leigaði ÍF tveir spælarar í Klaksvík. Bæði Símun Kalsø og Silas Gaard eru millum teir fyrstu ellivu hjá ÍF í Klaksvík í dag. Ólavur Larsen er nýggjur venjari, og hann hevur valt hesar at vera á vøllinum frá dystarbyrjan:

 

Jákup Nolsøe Olsen – Símun Kalsø, Bogi Reinert-Petersen, Petur Ullum, Tonni J. Thomsen – Jóhann J. Højbro, Ruben Møller-Nielsen, Karl Løkin, Gundur E. Petersen – Uros Stojanov, Silas Gaard

 

KÍ - ÍF kl. 15.00

 

Dómari: Bjarki Danielsen