Leikluturin hjá KÍ í europeiskum fótbólti er av á hesum sinni. Tað er greitt, nú síðsta bríksl hevur verið í Riga, og máltalvan vísir 2-1.
Tað er einki at undrast á, at klaksvíkingar eru ógvuliga vónbrotnir, tí sum seinni hálvleikur leið, sá tað út til, at KÍ hevði øll tey góðu kortini á síni hond.
Beinanvegin eftir steðgin gjørdi KÍ sera óheppið sjálvmál, men Páll A. Klettskarð javnaði til 1-1 við fínum skoti eftir innlegg frá Juan Carlos og upplegg frá Árna Frederiksberg, og tá ið heimaliðið so lítla løtu seinni misti ein mann fyri hevnisøku, so var lagt upp til, at tað fór at enda við longdari leiktíð, um tað ikki eydnaðist KÍ síðsta korterið at leggja seg á odda.
KÍ var nógv meiri á bóltinum, meðan heimamenninir runnu aftaná, og tað var onkur góð KÍ støða í heimabrotsteiginum.
Men so hendi tað, sum ikki mátti henda, og sum verður sektað á hesum støðinum. Mitt fyri KÍ málinum gjørdi René S. Joensen, sum annars hevði verið eyðsýndur, stórt mistak, og so skoraði undirmannaða heimaliðið til 2-1.
Síðstu minuttirnar spenti KÍ álopsbogan í botn, men tað eydnaðist ikki at vinna upplagda málmøguleikan og at javna. Riga vann 2-1, og nú verður tað Riga FC, sum fyri fyrstu ferð fer at royna seg í europeiskum deildarspæli.
Tá ið hópurin verður aftur í Føroyum verður næsta takið at fyrireika seg til heimadystin mánakvøldið ímóti EB/Streymi og síðani finaluna um løgmanssteypið, sum verður annan leygardag ímóti Víkingi.
Riga FC – KÍ 2-1 (1-0)
Á Skonto stadion í Riga í Lettlandi
1-0: Reginaldo Ramires 47.
1-1: Páll A. Klettskarð 67.
2-1: Oulad 89.
Dómari Allard Lindhout úr Niðurlondum
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Gilli Rólantsson Sørensen (Odmar Færø, 87.), Gaston Tellechea (Deni Pavlovic, 68.), Jean Carlos – Árni Frederiksberg, Mansour Sinyan, Hallur Hansson, Ousama Ali (Erlend Hustad, 91.), René Shaki Joensen (Dávid Reynheim, 91.) – Páll A. Klettskarð
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Nicolai Christensen, Daniel Johansen, Jonn Johannesen, Filip Brattbakk, Martin Gonzalez, Símun Kalsø
Gult kort: Mansour Sinyan, Hallur Hansson, Ousama Ali, Árni Frederiksberg, Odmar Færø, Erlend Hustad
Venjari: Magnus Powell
Riga FC samantaldur vinnari við málmuninum 2-1











