Klaksvíkingar sigraðu og iðra seg

Hóast tepran sigur so vóru fyritreytirnar góðar fyri størri sigri og harvið góðum møguleika í Boania Hersegovina um eina viku

KÍ hevur í kvøld vunnið í Europa Leagu á heimavølli. Tað er í sær sjálvum gott úrslit fyri føroyskan fótbólt. Men í KÍ leguni eiga teir at iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna trivaligari sigur enn 2-1 í so at siga fyrra hálvleiki í umfarinum ímóti FK Borac úr Bosnia Hersegovina.

 

Tí tíggju minuttir undan steðginum vóru gestirnir undirmannaðir, tá ið ein av teirra varð rikin av vølli fyri høpisleysan takling ímóti Jóannesi K. Danielsen, sum tíbetur slapp undan at verða borin av vøllinum.

 

Og lítla løtu seinni var 2-1 til KÍ. Úr góðari støðu legði Árni Frederiksberg úr høgru bóltin fyri føturnar á Kristoffer Ødemarkbakken, sum takkaði fyri og setti bóltin í handara síðunetið, meðan gestirnir vóru fokuseraðir á, hvussu Árni fór at avgreiða frísparkið beinleiðis ímóti málinum.

 

Heini Vatnsdal fekk um somu tíð so mikið ófantaligt fríspark ímóti sær, at hann noyddist av vøllinum, og í hansara stað avloysti Børge Petersen í miðverjuni.

 

KÍ hevði takið frá fyrsta bríksli, og tá ið tað í 10. minutti eydnaðist at fáa hol á, høvdu klaksvíkingar tvær ferðir verið í finum støðum at skora.

 

KÍ spælararnir roknaðu við møguleikanum, teir pressaðu frammarlaga, og gestirnir úr Bosnia Hersegovina høvdu ongantíð verið í KÍ brotsteiginum, tá ið KÍ fekk hol á. Ósketni í verjuspælinum bar við sær, at Páll A. Klettskarð kom ímillum og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin framvið málverjanum. Hetta var 10. málið hjá honum, sum í løtuni er ovastur á máltindinum í landskappingini. Hann hevur skorað fimm mál í Europa League, og hann hevur skorað fimm mál í Europa Conference League.

 

Hálvur tími var farin, tá ið bosniska liðið javnaði. Miðverjan var ikki nóg trygg, og miðframherjin Jovo Lukic var í góðari støðu, sum sá út til at vera til einkis, men so rakti bólturin í tríggjar KÍ spælarar, áðrenn hann frá málverjanum Mark F. Jensen sprakk í netið. Eitt heilt ófatuliga óheppið mál, og púra misvísandi, tá ið havt verður í huga, hvussu spælbýtið inntil tá hevði verið.

 

Hóast fyritreytirnar vóru góðar eftir steðgin, so eydnaðist tað ikki KÍ at økja um leiðsluna. KÍ var meiri á bóltinum, men tað eydnaðist sjáldan at vinna upplagdar málmøguleikar. Eina løtu høvdu gestirnir merkiliga lætt við at vinna seg í góðar støður, men tað eydnaðist ikki at javna.

 

Og sum tað leið fram ímóti dystarenda, døllaðu mótstøðumenninir sær. Málverjin lá tvær ferðir, tí hann segðist vera skaddur, og tað frustreraði klaksvíkingar, at tað gekk soleiðis fyri seg.

 

KÍ skifti fleiri spælarar inn, men tað eydnaðist ikki at økja um leiðsluna, hóast dómarin legði seks minuttir aftrat vanligu leiktíðini.

 

Spurningur er so, um tað fer at vísa seg at vera nóg mikið at hava 2-1 leiðslu við sær suður til Bosnia. FK Borac sigst at vera í heilt øðrvísi á heimavølli enn á útivølli. KÍ hevur tó áður prógvað, at tað ber til at vinna góð úrslit á útivølli. Tað kunnu tey í Ungarn og Svøríki skriva undir uppá.

 

Áðrenn teir fara av landinum skulu klaksvíkingar sunnudagin spæla á heimavølli ímóti ÍF.

 

Í kvøld var Odmar Færø á beinkinum alla tíðina, og Albert Ejupi var leikbannaður.

 

 

 

KÍ – FK Borac úr Bosnia Hersegovina 2-1 (2-1)

 

Europa League 3. umfar fyrri dystur

 

1-0: Páll A. Klettskarð 10.

 

1-1: Sjálvmál 31.

 

2-1: Kristoffer Ødemarksbakken 36.

 

Hósdagin 8. august 2024 kl. 18.00 á Tórsvølli

 

Dómarakvartett úr Kekkia: Marek Radina, Matěj Vlček, Lukas Machac og Jan Všetečka (4. dómari)

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Céderic Yambéré, Heini Vatnsdal (Børge Petersen, 37.) Alexander Berntsson, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen (Deni Pavlovic, 76.), Hallur Hansson (Joseph Michael Williams, 77.), Kristoffer Ødemarksbakken (Pætur J. Petersen, 88.) – Páll A. Klettskarð

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Mads Bo Mikkelsen, Dan í Soylu, Odmar Færø, Ahmed Latif

 

Gult kort: Céderic Yambéré, Børge Petersen,

 

Venjari: Espen Haug

 

FK Borac; Damjan Shiskovski – Zoran Kvržić, Bart Mejers, Jurich Carolina, Sebatián Herera – Srdjan Grahovac, Dino Skorup (Aleks Pihler, 65.) – Enver Kulasin (Damir Hrelja, 82.), Stefan Savic (Marko Vukovic, 37.), Nikola Sreckovic (David Cavic, 65.) – Jovo Lukic

 

Gult kort: Jovo Lukic, Daman Shishkovski

 

Reytt kort: Sebastián Herrera 33. (beinleiðis reytt)

 

Venjari: Mladen Zizovic