Í fjør kappaðust klaksvíksdreingir í Fípuni Føgru um FM við Royndina Fríðu úr Vági. Á ólavsøku var talan um finaluróður, sum vágbingar vunnu. Somu dreingir, sum mannaðu Fípuna í fjør, manna aftur í ár bátin, meðan Royndin Fríða ikki luttekur. Nú er tað 6-mannafarið Smyril, sum er mannaður í Vági, og sum í dag vann á norðoyastevnu.
Í dag var tað Drekin hjá Havnar Róðrarfelag, sum bjóðaði Fípuni Føgru av. Hesir báðir bátarnir vóru skjótt eina bátslongd og meiri enn tað frammanfyri hinar tríggjar, og eina løtu sá tað út til, at teir umborð á Drekanum vóru teir pretnari.
Men tað var skjótt, at Fípan Fagra stakk stavnin framum, og hóast talan støðugt var um kapping, so dragnaði tað ein tumma fyri og ein tumma eftir. Tá ið teir fóru undir endaspurtin, var Fípan Fagra meiri enn eina bátslongd undan Drekanum, sum gjørdi eina roynd at bjóða av, men tað eydnaðist ikki.
Tað vóru 15 sekund fra Drekanum og aftur til Koll úr Kollafirði, sum endaði á bronsuplássinum.
|
1 |
Fípan Fagra (KRF) |
05:31.21 |
+00.00 |
7 | ||
|
2 |
Drekin (HR) |
05:34.05 |
+02.84 |
6 | ||
|
3 |
Kollur (KÍF) |
05:49.01 |
+17.80 |
5 | ||
|
4 |
Falkur (HVR) |
05:54.03 |
+22.82 |
4 | ||
|
5 |
Blikur (AR) |
05:54.28 |
+23.07 |
3 |
rsf.fo











