Í hesum døgum eru Fríðrikur X kongur og Mary drotning á almennari vitjan í Grønlandi.
Í gjárkvøldið var almennur galladøgurði hjá grønlendska landsstýrinum, og har helt kongur røðu. Fríðrikur segði, at Grønland hevði eitt heilt serligt pláss í hjarta hansara, og at ferðir í Grønlandi fyrireikaðu hann til uppgávuna sum kongur.
– Eg havi fyrireikað meg til at verða kongur stóran part av lívinum. Ein partur av fyrireikingini var á fjørðinum uttan fyri Nuuk, og annar partur var á hundasletu í Norðurgrønlandi. Ein partur av fyrireikingini var, tá ið eg mista hjartað til Grønland og grønlendingar, segði kongur í røðuni.
Vitjanin hjá Fríðrikki kongi og Mary drotning í Grønlandi er fyrsta almenna vitjanin hjá teimum har, men Fríðrikur hevur ofta vitjað í Grønlandi – eitt skifti í 2000 var hann partur av sonevndu Siriuspatruljuni.
Vitjanin hjá donsku kongshjúnunum í Grønlandi endar leygardagin.
Ætlanin var, at Fríðrikur og Mary eisini skuldu havt vitjað í Føroyum í summar, men vitjanin varð avlýst orsakað av verkfallinum hjá arbeiðsfeløgunum. Vitjanin verður ístaðin næsta summar.