Løgreglan fór á staðið at kanna málið og fyri at steðgað bilinum, um hann kom aftur hinvegin. Og tað gjørdi hann, og tað var við miklari øði, tí hann varð máldur til at koyra 175 km um tíman. Og tað er rættiliga langt omanfyri tað, sum koyrikortið í vanda.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at koyrikortið hjá honum var administrativt tikið á staðnum, og hann fekk boð um at seta bilin frá sær, tí hann slapp ikki at koyra víðari.
Løgreglan var eisini á Sandi í gjár, og har var ein skuldsettur fyri at koyra beint undir 80 km um tíman í bygdum øki, so hann fær klipp í koyrikortið og var um reppið at fáa treytaða frádøming av koyrikortinum.
Beint eftir klokkan 19 var ein tikin fyri at koyra 113 uttan fyri bygt øki í Runavík. Hann var heppin, tí løgreglan trekkir 3 prosent av mátingini, so hann verður revsaður fyri at koyra beint undir 110 km um tíman, sum gevur klipp í koyrikortið. Fór hann upp um 110 km um tíman, so hevði tað verið treytað frá døming.
Og á Glyvursvegi á Argjum varð ein tikin fyri at koyra 79, sum eisini er beint undir markinum fyri treytaða frádøming, men sum gevur klipp í koyrikortið.