Kristian Joensen leingir við NSÍ

Royndi málverjan spælir aftur við NSÍ komandi ár.

Tað gongur skjótt fyri seg við Løkin um dagarnar. Fleiri nýggir leikarar eru lagdir afturat hópinum, og mánakvøldið kunngjørdi felagið á almennum tíðindafundi, at íslendingurin Sigurður Ragnar Eyðjólfsson skal venja Betri-liðið hjá monnum.

Í dag kunnger NSÍ á facebook síðu sínari, at málverjin Kristian Joensen hevur skrivað nýggjan sáttmála við felagið, sum er galdandi fyri kappingarárið 2026

Kristian er uppaldur í NSÍ, men hevur eisini ferðast nakað runt í føroyskum fótbólti. Hann hevur eisini umboðað KÍ, 07 Vestur, EB/Streym og B68.

Onkur tíðarskeið hevur Kristian eisini verið inni í landsliðshitanum.