– Trygdin í Arktis er eitt mál hjá øllum NATO-samgonguni. Tí er tað gott og sjálvsagt, at tað eisini verður umrøtt millum NATO-aðalskrivaran og amerikanska forsetan. Kongaríkið Danmark hevur leingi arbeitt fyri, at NATO skal økja um sítt virksemi í Arktis.
Tað skrivar Metta Frederiksen á Facebook í dag.
– Í allari tilgongdini hevur danska stjórnin samskipað okkara átøk við grønlendska landsstýrið. Vit hava verið í tøttum samrøðum við NATO, og eg havi tosað við NATO-aðalskrivaran Mark Rutte áhaldandi, eisini bæði áðrenn og eftir fundin við Trump forseta í Davos, skrivar hon.
– NATO er fult vitandi um støðuna hjá danska kongaríkinum. Vit kunnu samráðast um alt tað politiska; trygd, íløgur, búskaparfrøði. Men vit kunnu ikki samráðast um okkara fullveldi, sigur hon.
– Eg havi fingið upplýst, at soleiðis hevur heldur ikki verið. Og sjálvandi kunnu bara Danmark og Grønland sjálvi taka avgerðir í málum, sum viðvíkja Danmark og Grønlandi.
– Danska kongaríkið ynskir framhaldandi at fara undir ein konstruktivan dialog við sameind lond um, hvussu vit kunnu styrkja trygdina í Arktis, herundir amerikanska Gullkuplið, treytað av, at hetta verður gjørt við virðing fyri okkara landaøki, sigur hon.
– Í dag eri eg í London og síðani í Brússel fyri at hitta starvsfelagar og kjakast um støðuna vit eru í. Samleiki og samstarv hava alstóran týdning. So eg gleði meg til dagin, skrivar Mette Frederiksen, sum samstundis ynskir øllum ein góðan dag.











