Flogferðslan í størstu floghavnini í Kuwait er uppafturtikin, eftir at flogferðslan varð steðgað av iranskum álopum.
Tað upplýsa landsins loftferðslumyndugleikar í morgun sambært Reuters og AFP.
Kuwait stongdi loftrúmið í góðari tíð í gjár, tí mett varð, at vandi var fyri iranskum álopum.
USA hevði hótt við at leypa á Iran í nátt, sum landið eisini gjørdi, og Iran hótti við at leypa á amerikansk áhugamál í Miðeystri.
Lesið eisini: USA fer at leypa á Iran í nátt
https://www.in.fo/news-detail/usa-fer-aftur-at-leypa-a-iran-i-natt










