Lættasti mátin at vinna sær pengar

Byrjaður á arbeiðsmarknaðinum? So er tað NÚ, tú skal seta pengar í íløgur – tí tíðin er tín størsti vinningur!

 

Vit vita øll, at tað er trupult at spara pengar saman, serliga, tá Føroyar hevur so nógv at bjóða uppá alt árið runt. Samstundis eru nógv tilboð at fara til uttanlands, sum nógv taka av.

 

Men vit í Sambandsflokkinum vilja eggja tykkum ungu at byrja sum skjótast at leggja pengar til síðis. So, tá tit einaferð skulu keypa bústað, ella whatever tit hava hug til, so hava tit pengarnar til tað. Her er eitt uppskot uppá, hvussu tað kann gerast lættari hjá tær:

 

Íløgusparikonto:

 

  • Innskotsloft: 250.000 kr.
  • Keyp/søla av partabrøvum - SKATTAFRÍTT
  • Einans 18 % skattað, tá tú tekur vinningin út
  • Lætt at stovna og umsita í føroyskum bankum

 

Í okkara grannalondum er verulig gongd komin á hjá ungdóminum at leggja pengar til síðis til íløgur.

 

Góð ráð til tey ungu:

 

  1. Byrja í smáum – 500 til 1000 kr. um mánaðin kann røkka langt!
  2. Vel ein váða, sum tú kennir teg tryggan við - bankarnir veita tykkum góða ráðgeving hesum víðvíkjandi.
  3. Gev pengunum frið at vaksa.

 

Framtíðin verður dýrari. Byrja við íløgum beinanvegin, so tú kann fáa ágóðan í tínari framtíð!

 

 

 

X við Arnar

 

Valevni fyri Sambandsflokkin