Talið av fólki, ið fáa staðfest demens, veksur ár undan ári. Samstundis síggja vit, at fleiri fáa sjúkuna longu í yngri aldri. Í Føroyum verða uml. 800 føroyingar staðfestir við demenssjúku um árið. Hetta er ikki ein avmarkaður trupulleiki – hetta er ein vaksandi heilsuavbjóðing, sum rakar familjur í øllum landinum.
Demens er ein heilasjúka. Tað er ikki ein vanlig aldursbroyting, og tí eigur tað heldur ikki at verða viðgjørt sum ein partur av einum vanligum eldraøki. Í dag er skipanin soleiðis, at fólk undir 67 ár hoyra til landið, meðan tey yvir 67 ár hoyra til kommunurnar. Hetta er ein óskynsom og ójavnt skipað skipan, sum ger, at hjálpin hjá borgarum við somu sjúku er treytað av einum tilvildarligum aldursmarki. Tað er ikki haldbart.
Kommunurnar eru kroystar – og tað veit landið væl
Kommunurnar hava seinastu árini tikið stór tøk á demensøkinum. Tær hava ment dagtilboð, skipað demenssamskipanir og bygt upp fakligheit á økinum. Men veruleikin er, at byrðan er vorðin ov tung. Kommunurnar standa við einum vaksandi tali av borgarum við demens, samstundis sum starvsfólkini skulu megna eitt arbeiði, ið er bæði fakliga og sálarliga krevjandi.
Tað verður ofta sagt, at vit skulu gera alt fyri at kunna búgva heima sum longst. Men hetta er ikki altíð realistiskt hjá fólki við demens. Trýstið á avvarðandi er stórt, og hjá nógvum verður arbeiðsbyrðan heima so tung, at hon gongur út yvir bæði sálarliga og kropsliga heilsu. Tað er ikki rætt, at familjur skulu standa einsamallar við hesum.
Hetta er júst tann støðan, har landið eigur at traðka fram!
Landið má taka ábyrgdina – ikki kommunurnar einsamallar
Demensøkið er ikki eitt kommunalt smáøki. Tað er eitt landsumfatandi heilsuøki, sum krevur samanhang, fakligheit og langtíðarætlan. Tí eigur landið at:
• Yvirtaka ábyrgdina av demensøkinum
Sjúkan er tann sama – óansæð um borgarin er 55 ella 85. Tað er ólogiskt, at ábyrgdin broytist við einum føðingardegi.
• Tryggja fleiri umlættingarpláss og serlig demenspláss – familjurnar mugu avlastast!
Kommunurnar megna ikki at byggja út í takt við tørvin. Hetta er eitt landsmál.
• Byggja eitt landsumfatandi demensheim
Eitt serligt demensheim við tilhoyrandi heimahjálp hevði styrkt fakligheitina og tryggjað eina javna tænastu í øllum landinum.
• Menna dagtilboðini
Dagtilboð eru ein av bestu fyribyrgjandi og avlastandi loysnunum – men kommunurnar hava ikki orku at byggja út einsamallar.
• Tryggja førleikamenning og supervisión til starvsfólk
Starvsfólk á demensøkinum hava eitt av landsins mest krevjandi arbeiðum. Tað krevur útbúgving, fakligheit og skipaða vegleiðing.
Tað er tíð at seta sjúkuna í miðdepilin – ikki aldurin
Vit tosa ofta um, at vit skulu hava eitt samfelag, sum tekur sær av teimum veikastu. Men tá tað kemur til demens, hava vit eina skipan, sum byggir á aldur heldur enn sjúku. Tað er bæði óskynsamt og órættvíst.
Demens er ein heilasjúka. Hon krevur heilsufakliga skipan, heilsufakliga leiðslu og heilsufakliga ábyrgd. Tað er landið, sum eigur at tryggja hetta – ikki kommunurnar einsamallar.
Tí er tíð at broyta skipanina. Tíð at taka ábyrgd. Tíð at seta sjúkuna – ikki aldurin – í miðdepilin og vit kunnu ikki lata familjur standa einsamallar við eini sjúku, sum broytir alt.
Sára Gullfoss, valevni fyri Javnaðarflokki













