Landsstýrið vil geva 20.000 krónur í skattafríum barnakekki

Familjurnar skulu fáa betri kor. Tað er boðskapurin hjá løgmanni, sum boðar frá einum skattafríum barnakekki á 20.000 krónur, tá barn verður føtt

Í ólavsøkurøðuni legði løgmaður dent á, at komandi ættarlið skulu hava betri møguleikar enn undanfarin.

 

Hann segði, at høgi livikostnaðurin serliga rakar barnafamiljur, og tí fer landsstýrið at seta fleiri familjupolitisk átøk í verk.

 

Eitt av teimum er ein skattafríur barnakekkur á 20.000 krónur.

 

Harumframt verður barnafrádrátturin hækkaður í stigum komandi árini, og arbeiðið fer í gongd við at hækka mánaðarliga hámarkið fyri barsilspening.

 

– Hesi eru átøk, sum skulu gera tað lættari at skapa eitt familjulív í Føroyum, segði løgmaður.

 

Sambært honum er endamálið at gera Føroyar til eitt samfelag, har tað er lættari hjá familjum at seta búgv og fáa børn.