Virðini eru ikki nóg væl býtt í Føroyum. Hetta gongur út yvir fleiri grundleggjandi vælferðartænastur. Vit eru eitt nú alt ov pírin við at gera íløgur í fólkaskúlan. Her mugu vit arbeiða nógv skjótari, tí fólkaskúlin er ein íløga í okkara børn – okkara framtíð.
Trýstið á fólkaskúlan veksur. Næmingatalið í serflokkum er tvífaldað seinastu seks árini og nærkast nú 300. Talið av næmingum, sum hava føroyskt sum annaðmál, veksur eisini skjótt, og tørvurin á móttøkuflokkum veksur samsvarandi. Samstundis stríðast skúlarnir fyri at fáa játtanina til at hanga saman.
VIT MUGU SKAPA TRIVNAÐ FYRI BÆÐI NÆMINGAR OG LÆRARAR
Flokslæraraskipanin má lyftast, tí flokslærarin er álitið hjá næmingunum. Alt fleiri næmingar stríðast, bæði fakliga, sálarliga og sosialt, og tí má flokslærarin fáa betri umstøður. Somuleiðis eiga vit støðugt at menna tvílæraraskipanina. Hetta hevði munað væl í eitt nú grunddeildini (1.-3. flokk), so allir teir yngstu næmingarnir fingu eina góða byrjan. Ein nýggjur og betri leistur má eisini skipast fyri næmingarnar, sum hava føroyskt sum annaðmál.
Lærarin hevur stóra ávirkan á, um tað einstaka barnið fer úr skúlanum við neyðugu førleikunum at skapa sær eydnuna. Tí mugu fyritreytirnar fyri, at lærarin hepnast, vera tær bestu. Eftirútbúgvingar skulu raðfestast hægri.
Okkurt hevur verið frammi í valstríðnum um – nú málið um at hækka pensjónsaldurin bleiv tikið aftur – at eggja næmingum, sum velja at fara í 10. flokk, heldur at fara á arbeiðsmarknaðin eftir 9. flokk. Latið okkum heldur styrkja 10. skúlaár soleiðis, at vit gera størri og færri eindir, so at vit sostatt geva næmingum kring allar Føroyar somu møguleikar fyri førleikamenning og sosialari menning.
Vit vita, at vitlíki fer at hava ovurstórar broytingar við sær. Tað hevur skund at leggja eina ætlan fyri alt skúlaverkið um nýtslu av vitlíki, so næmingurin er brynjaður, tá skúlagongdin í fólkaskúlanum er av.
Málið er, at Føroyar skulu vera heimsins besta barnaland. Tað mugu vit megna! Latið okkum tí lyfta fólkaskúlan!
Gott val!
Ivan Hentze Niclasen, listi C












