Liðið hjá Áslu er nú triðaftast

Piteå hevur nú tapt fýra dystir á rað

Gongdin er tung hjá landsliðsliðskiparanum, Áslu Johannesen og liðfeløgum hennara í Piteå.

 

Seinnapartin tapti Piteå fjórða dystin á rað í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Í dag gjørdist talan um stórtap á LF Arena í Piteå. Frammanfyri 800 áskoðarum taptu Ásla og liðfelagarnir 0-5 fyri Hammarby, ið liggur fremst í deildini.

 

Hammarby legði seg á odda longu tá tríggir minuttir vóru farnir, og tá 36 minuttir vóru leiktir høvdu tær økt til 3-0. Í seinna hálvleiki øktu tær leiðsluna við tveimum málum aftrat. 

 

Piteå er nú á triðaftasta plássinum við 14 stigum, ið merkir tveir kvalifikasjónsdystir móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini við lokið kappingarár. Tó hevur Piteå sjey stig niður til Alingsås, ið er á næstaftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting við lokið kappingarár.

 

Sunnudagin 24. august klokkan 12 spælir Piteå dyst á útivølli móti júst Alingsås. Tað er sera týðandi, at Ásla og liðfelagarnir fáa stig í tí dystinum. 

 

Í morgin klokkan 15.30 spæla Jóhanna Fossdalsá Sørensen og liðfelagarnir í Häcken dyst á heimavølli móti Öster.

 

Häcken er næstfremst í deildini við 30 stigum.